
SMS-Vox
sangkapping
SMS-Vox er pallurin, har føroyski ungdómurin kann glógva, og har TÚ hevur møguleika fyri at vinna feitar Voxbotn-vinningar.
Ert tú millum 8 og 15 ár, elskar tú tónleik, at syngja, standa á palli og hevur tú eina innaru stjørnu í tær, so er tað júst tær, vit leita eftir.
Vikuskiftini í apríl verður SMS karmur um SMS-Vox-sangkappingina fyri børn og ung.
SMS-Vox er ikki bara ein kapping, men eitt stað at fagna teimum musikalsku ungu og tónleikinum.
Í SMS-Vox møtir tú øðrum ungum við somu áhugamálum og brennandi hugi fyri tónleiki.
SMS-Vox gevur teimum ungu møguleika at framføra fyri stórari fjøld av áskoðarum í SMS, og um tú vinnur, so eisini á Voxbotni.
Hetta kann verða startskotið – hjá tær – við eini framtíð við sangi.
Fyri at vera við skalt tú:
- Útfylla oyðiblaðið og senda eina filmsupptøku inn, har vit hoyra teg/tykkum syngja. Tað kann vera við ella uttan tónleik.
- Vit hava longu gjørt eitt stórt úrval av sangum, sum tit síggja niðanfyri, sum tit kunnu velja burturúr.
- Vilja tit hava ein ávísan sang, kunnu tit velja hann, og so venda vit aftur, um tað ber til at fáa júst tann sangin við í kappingina.
- Bið foreldur tíni ella onkan vaksnan hjálpa tær við at senda filmin inn til okkum, um tað ikki liggur fyri hjá tær.
Freistin at melda til er 21. mars. 2025 tilmeldingin er bindandi.
Tað er ein uppliving, ið kann ríka teg upp á nógvar mátar og skapa minnir fyri livið.
So skundið tykkum og meldið til niðast á síðuni her:
Ofta settir
spurningar
Hvat kanst tú vinna
Tann, ið vinnur sangkappingina, fer at framføra á VOXBOTNI og at vinna Voxbotn-atgongumerkir, ikki bara til sín sjálvs, men heili fimm. Hetta er super feitt í sær sjálvum, men vinnarin sleppur eisini í studio at taka sangin upp, sum viðkomandi vinnur við. Tey sum blíva nummar tvey og trý, vinna eisini atgongumerkir til Voxbotn!
SO kann tað ikki blíva feitari!
Hvussu meldar tú teg til sangkappingina?
Tú meldar teg til niðanfyri.
Nær er SMS–Vox-sangkappingin í 2025?
Innleiðandi umførini vera ein av hesum døgunum
Leygardagin 12. apríl
Leygardagin 19. apríl
Finalan: Leygardagin 26. apríl
Tí mugu tit vera tøk hesar dagar.
Hvar er SMS-Vox-sangkappingin?
Øll umfør og finalan eru í SMS.
Er nakað hámark fyri, hvussu nógv fólk kunnu melda seg til at syngja?
Í mesta lagi fimm fólk sleppa at syngja, og í mesta lagi fimm fólk dansa. Tað vil siga, tú kanst vera einsamøll/einsamallur ella kunnu tit vera tvey, trý, fýra og fimm í senn. Tað sama við dansarunum. So tá ið øll eru á pallinum, eru í mesta lagi 10 fólk til samans. Tú kanst eisini bara vera sjálv/sjálvur.
Kanst tú melda teg sum dansara til SMS-Vox?
Nei, tíverri ber ikki til at melda seg sum dansara. SMS–Vox er ein sangkapping fyri børn og ung. Tey, ið koma at dansa, eru partur av einari sangframførslu. So, vilt tú dansa, er bara eitt at gera. Tað er at fáa vinfólkini at melda til, so kanst tú dansa hjá teimum.
Hvussu gamal kanst tú vera fyri at vera við í SMS-Vox-sangkappingini?
Tú kanst vera við í kappingini, um tú ert blivin 8 ár og upp til 15 ár, tá ið kappingin byrjar í apríl 2025.
Hvønn sang kann eg syngja?
Tit velja sjálvi hvønn sang tit vilja syngja. Sangurin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21 mars.
Sangir, sum tit velja, mugu ikki í nøkrum føri vera særandi, t.d. við banniorðum, rasistiskir ella ljótir. Vit kunnu nokta slíkum sangum at vera við í kappingni.
Hvør sleppur við í sangkappingini?
Vit velja út, hvør sleppur við í undanumførini í kappingini. Til sjálva sangkappingna avgera serkønir dómarar, hvør sleppur viðari.
Hvør er dómari í kappingini?
Vit eru so heppin at hava fingið Jens Marna, Inga Poulsen,Malan Eyðunsdóttir, Danny Baldursson, Rúna Djurhuus og Jórunn Gudmundsson at døma.
Hvussu nógv sleppa við í sangkappingina?
Seks til átta framførslur eru til hvørt umfar. Vit hava eisni trý til seks wildcards, sum dómararnir kunnu brúka. Eftir hvørt umfar verða tvey send víðari.
Hvørjum klæðum kann eg vera í á pallinum?
Tú kemur við egnum klæðum og skóm, sum tú skalt framføra í. Klæðini skulu hóska til eina barna/ungdómssangkapping.
Hvør hevur loyvi til at at brúka og vísa uppptøkur og myndir í sambandi við SMS-Vox-sangkappingina?
SMS hevur einkarrætt til at brúka upptøkurnar (mynd og ljóð) og myndirnar, ið verða tiknar í døgunum áðrenn sangkappingina og á sjálvum degnum. Tær koma á heimasíðu, Facebook- og Instagram-síðuna hjá SMS. Seinni kann tað henda, at vit brúka myndirnar til at kunngera nýggja sangkapping.
Hevur tú spurningar annars, ert tú vælkomin at venda tær til: annamaria@sms.fo Vit gera vart við, at nógvir spurningar koma inn, og tí kann tað taka nakrar dagar at fáa svar.
Kann eg melda meg til SMS-Vox, sjálvt um eg var við síðsta ár?
Tú ert vælkomin at melda teg SMS-Vox, sjálvt um tú var við síðsta ár.
Tað er einans vinnarin av SMS-Vox, sum ikki hevur møguleikar at melda seg til SMS-Vox umaftur.
Finn tín sang
Harry Styles
As It Was
Justin Bieber
Baby
Reiley
Breaking My Heart
Justin Timberlake
Can’t Stop The Feeling
Heiðrik
Change of Frame
Taylor Swift
Cruel Summer
ABBA
Dancing Queen
BTS
Dynamite
Danny & The Veetos Feat. Ingi Poulsen
Einsemi
Páll Finnur Páll
Forelskaður Sjónleikari
Adele
Hello
Kular Røtur
Hundur mín Kingoson
Jess Glynne
I’ll Be There
Walk off the Earth
I’ll Be There
Elton John
I’m Still Standing
Einangran
Kanska
Ingi Poulsen
Kostbar
Idina Menzel
Let It Go
Lív & Tróndur
Lítli fuglur
Eminem
Lose Yourself
Walk off the Earth
My Stupid Heart
Miley Cyrus
Party In The U.S.A.
Wiz Khalifa (feat. Charlie Puth)
See You Again
Taylor Swift
Shake It Off
Elin & Kári
Sjeikurin
Ben E. King
Stand By Me
–
Tað kundi verið eg
Stephen Sanchez
Until I Found You
Black Eyed Peas
Where Is The Love
Kom og ver við!
Melda teg til umvegis leinkjuna niðanfyri.
