Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Onki úrslit at finna.
Search by

Maskinfólk til SMS

Vilt tú vera partur av einari av størstu handilsfyritøkunum í Føroyum? SMS hevur seinastu árini víðkað um sítt virksemið til at umfata fleiri handlar kring landið. SMS rekur í dag sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon, bakaríið Mylnan, Bónus-handlar og Miklagarð.

Talan er um eitt fjølbroytt arbeiði, har tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av maskin- og elrakstrinum hjá SMS-samtakinum. Ein partur av arbeiðinum fer eisini fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Arbeiðið umfatar bæði størri og smærri el- og maskintekniskar uppgávur umframt installasjón av nýggjum rakstrartólum herundir køliskipanir. Tú kemur at arbeiða hjá tekniska leiðaranum og umsjónarfólkum, og saman við fleiri tekniskum veitarum til rakstrartól.

Løn sambært avtalu.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Regin W. Dalsgaard, býlings-og marknaðarstjóri, á tlf. 596061 ella á rwd@sms.fo

Starvið verður sett sum skjótast.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.