Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Onki úrslit at finna.
Search by

Starvsfólkaleiðari til p/f SMS

Kundi tú hugsað tær at staðið á odda fyri starvsfólkaøkinum í eini av Føroya størstu fyritøkum? So er tað kanska tær, vit leita eftir, tí p/f SMS skal hava ein starvsfólkaleiðara. 

Sum starvsfólkaleiðari fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini vinnu í menning.

Vit vænta, at tú dugir at arbeiða yvirskipað og at samstarva við nógv ymisk starvsfólk og ymsar fakbólkar. Hjá p/f SMS hava leiðararnir dagligu starvsfólkaábyrgdina, og tú skalt kunnað veita ráðgeving innan HR og leiðslu, umframt at tryggja vælvirkandi fyrisitingarligar mannagongdir og skipanir. Starvsfólkaleiðarin vísir til leiðsluna.

Starvið

Høvuðsuppgávurnar eru hesar: 

Tín vangamynd

Vit bjóða

Eitt áhugavert og fjølbroytt starv í eini dynamiskari fyritøku í støðugari menning, har nógv hendir og ferðin ofta er høg. Starvið inniber spennandi, fakligar avbjóðingar, har tú fert at standa á odda fyri at stimbra og menna starvsfólkaøkið í p/f SMS tvørtur um allar handlarnar í samtakinum. Tú fært møguleika at seta tín dám á starvsfólkaøkið. 

Løn- og setanartreytir

Løn og treytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er á skrivstovu okkara á Trapputrøð í Tórshavn. 

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (CV), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@sms.fo í seinasta lagi 1. januar 2020. 

Starvið verður sett skjótast gjørligt. 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

Vilt tú hava meira at vita? Set teg í samband við Niels Mortensen, stjóra, á tel 341900. 

Um SMS

Samtakið SMS er ein av føroya størstu fyritøkum við yvir 650 starvsfólkum á lønarlistanum og við fleiri ymiskum fakbólkum. Í samtakinum eru SMS, Bónus, Mylnan, og matarstøðini í SMS. Tað eru 13 Bónus og Mylnu- handlar í alt. SMS er eitt samtak í støðugari menning, har ongin dagur er líka. Her er høgt til loftið og møguleikarnir nógvir. SMS leggur dent á góða tænastu og at hava bestu starvsfólkini til at røkja mongu uppgávurnar í alsamt vaksandi virkseminum. 

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.