Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Onki úrslit at finna.
Search by

Kom til valtorg í SMS

Tað verður valspenningur í SMS komandi viku, tá valevni frá øllum flokkunum vera á Torginum í SMS og heilsa uppá borgararnar.

Mánadagin og týsdagin, 26.-27. august, verður valtorg í SMS, har tú kanst hitta allar flokkarnar á einum stað. Umboð fyri flokkarnar verða nevnliga á Torginum í SMS frá kl.10-18 báðar dagarnar. Tú kanst sostatt heilsa uppá ymsu valevnini og seta teimum spurningar beinleiðis, andlit til andlits.

Speakers’ Corner verður eisini á Torginum hesar dagarnar har bæði valevnini og borgararnir kunnu koma til orðana við øllum tí, tey hava uppá hjarta.

Valfundur mánakvøldið kl.20
Mánakvøldið 26. august kl. 20 verður eisini pallborðsfundur, har allir flokkarnir luttaka. Óluva Zachariassen er orðstýrari, og evnini verða handilsvinnnan og umhvørvi. Pallborðsfundurin verður somuleiðis stroymdur á Facebook síðuni hjá SMS – facebook.com/sms.fo

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.