Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Onki úrslit at finna.
Search by

Hvørt er best í Partners?

Vinnur tú altíð, tá tit spæla Partners og heldur tú, at eingin í landinum dugir betur enn tú í Partners?

Nú hevur tú møguleikan at prógva tað.

Leygardagin 17. august skipar Dimmalætting fyri stórari kapping í vælumtókta borðspælinum Partners. Spælt verður á torginum í SMS í Havn.

Umframt at kunna kalla seg Føroya bestu í Partners fær vinnandi liðið eisini eina ferð fyri tveir persónar beinleiðis til Riga í Letlandi, við uppihaldi, morgunmmati og útferð frá Fonn Flog.

Liðið, sum endar á øðrum plássi, fær tvey gávukort frá Atlantic Airways á 2.500,-

Til tiltakið er livandi tónleikur, kaffi, te og annað, umframt at MBM bjóðar FIT+ til øll, sum vitja okkum hendan dagin. Eisini eru øll tey, sum tekna sær eitt hald til Dimmalætting hendan dagin, við í lutakasti um eitt gávukort frá SMS á 1.000,- kr. – drigið verður tvær ferðir.

Kappingin byrjar klokkan 10. Ein døgurðasteðgur verður á degnum, har høvið verður at fáa sær okkurt til matna og annað. Einasta treyt fyri luttøku er, at í minsta lagi annar persónurin á liðnum er fyltur 18 ár 17. august 2019.

Tilmelding fer fram á kapping@dimma.fo – Avmarkað luttøka.

Eru spurningar, kunnu tit skriva á kapping@dimma.fo ella ringja til Kenneth á 292912.

Praktiskir upplýsingar: Spælt verður eftir almennu reglunum í Partners. Tey, sum melda til, skulu vera til reiðar at brúka tað mesta av degnum til Partners, um tey koma langt í kappingini.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.