Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Onki úrslit at finna.
Search by

Her eru bestu grýlurnar 2021

Hóast føstulávintstiltakið í SMS var avlýst í ár, so fingu við gleðina av at síggja mongu grýlurnar kring alt landið í kappingini um bestu grýlu í 2021.

Tað komu sera nógvar góðar myndir av grýlum av øllum slag, og var tað sera trupult hjá dómsnevdini einans at velja tríggjar vinnarar.

Eftir at hava hugt allar myndirnar ígjøgnum og hugt eftir hugskotinum, kreativitetinum og avrikinum í hvørjari grýlu, so kom dómsnevndin við hesari niðurstøðu:

Vinnarin fyri árgang 0-3 ár: Gideon sum dinosaurur

Vinnarin fyri árgang 4-7 ár: Nóa sum Trøllapætur

Vinnarin fyri árgang 8-12 ár: Magna og Katrin sum Óðin og Sleipnir

Vit ynskja vinnandi grýlunum til lukku og takka mangar ferðir fyri allar myndirnar av vøkru, stuttligu og óhugnaligu grýlunum. Vit síggjast til føstulávintstilakið í SMS næsta ár 🙂

  

 

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.