Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Reinføri

Tað hevur sera stóran týdning, at viðskiftafólk okkara altíð koma inn til eitt reint og ruddiligt SMS. Vit hava tí eina fasta reingerðarskipan, ið eigur at tryggja, at hesi viðurskifti altíð eru í lagi.


Gjørt verður reint eftir hesi skipan frá mánadegi til leygardag:
Kl. 11.00 Vesini verða gjølla vaskað fyri læstum hurðum.
Kl. 12.00 Høvuðsinngongd, trappa upp á ovastu hædd og lyftan upp á ovastu hædd verður vaskað.
Kl. 12.45 Órudd verður tikið upp, beinkir, stólpar og rimaverk verða turkað. Glasgirðing verður pussað. Aðrar inngongdir, trappurnar á Torginum og lyftan á Torginum verður vaskað.
Kl. 14.30 Vesini verða gjølla vaskað fyri læstum hurðum.
Kl. 19.00 Vesini verða gjølla vaskað.


Hvørt kvøld, tá SMS er afturlatið:
Glasgirðingin við matarstøðini verða pussað.
Báðar trappurnar oman til Miklagarð verða vaskaðar.
Gólvini í matarstøðunum og restini av húsinum verða vaskað.

Tey, ið reka teir einstøku handlarnar, hava ábyrgdina av reingerðini inni í handlunum.

Hevur tú viðmerkingar til reinføri í SMS, ert tú vælkomin at skriva til okkum á sms@sms.fo.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.