Handlar
10.00 - 18.00
Miklagarður
09.00 - 18.00
Matstøð
10.30 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Umbýtingarrættur

Í SMS er felags umbýtingartænasta galdandi fyri allar handlarnar í húsinum. Viðskiftafólk kunnu tí trygt handla hjá okkum og fáa somu umbýtingartænastu í øllum handlum, tá tey hava keypt eina vøru, sum tey vilja býta um – eisini, um vøran er ein gáva.

Í sambandi við jólahandilin veita handlarnir eina serliga jólagávu-umbýtingartænastu. Hendan tænasta hevur við sær, at tú longu frá 28. oktobur kanst keypa eina jólagávu, ið býtast um í seinasta lagi 6. januar 2025. Umframt hesa hava vit eisini serliga gávu-umbýtingartænastu.

Galdandi umbýtingarrættur í SMS
Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um, fáa áognarseðil ella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:

1) at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í viðkomandi handli fyri ikki fleiri enn 12 døgum síðan (allir dagar íroknaðir), og

2) at vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt.

3) Umbýtingarrætturin er ikki galdandi fyri køli- og frystivørur.

Útsøluvørur og tilboðsvørur
Hevur tú keypt eina vøru á útsølu ella upp á tilboð, kann hon ikki býtast um, og peningur verður ikki endurgoldin.

Serlig umbýtingartænasta fyri jólagávur
Henda tænasta er galdandi í øllum handlum í SMS frá 28. oktobur til og við 6. januar 2025. Í hesum tíðarskeiði verður eitt serligt jólamerki klistrað á príslepan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein áognarseðil fyri vøruna. Treytin er sjálvandi, at vøran er í lagi. Hesin rættur er galdandi til og við leygardagin 6. januar 2025.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.