Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Starvslýsing: Grafikari til SMS samtakið

Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum grafikara/sniðgeva til marknaðardeild okkara at byrja sum skjótast.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna breitt. Tú kemur millum annað at vera við í kreativu menningini at sniðgeva og framleiða lýsingatilfar til handlar og deildir hjá okkum í tøttum samstarvi við marknaðarleiðaran. Arbeiðisuppgávurnar fevna millum annað um tilfar til heimasíður, skermar, prentlutir og sosialar miðlar til allar handlarnar í samtakinum. 

Í samtakinum arbeiða vit við nógvum verkætlanum samstundis, og tí er umráðandi, at tú dugur at arbeiða skipað, hóast nógvir bóltar eru í luftini.  

Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving og royndir innan grafiskt arbeiði, marknaðarføring ella líknandi. Tú meistrar tey grafisku forritini og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, men ert eisini ein alítandi viðleikari.

Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Meta og SoMe og samstundir dugir væl at orða teg á føroyskum.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Vilt tú hava meira at vita um starv ella starvssetan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Susan Brockie, marknaðarleiðara, á telefon 791906.

Umsókn við CV og møguligum viðkomandi tilfari skal sendast umvegis leinkjuna í høgru síðu í seinasta lagi hóskvøldið 23. februar 2023. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Um SMS

SMS samtakið eigur og rekur handlar handlar og matstovur kring alt landið. Vit reka í dag sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon, bakaríið Mylnan, Bónus-handlarnar, Miklagarð, matarstøðini í SMS og Angus Steakhouse í Tórshavn og Klaksvík. Harafturat eiga vit í handlunum Demmus, Rumbul, Sheep, í kondittarínum Omaná og í Burn Fitness

SØK STARVIÐ HER

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.