Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Tekna nýggja jólaposan

Vinn eitt gávukort upp á 2.000 krónur!

Nú fáa børn upp í 13 ár í Føroyum møguleika at koma við sínum uppskoti um, hvussu jólaposin hjá SMS skal síggja út í ár.

Eins og undanfarnu árini skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. Umframt at fáa sína tekning á jólaposan hjá SMS fær vinnarin eisini eitt gávukort upp á 2.000 krónur frá SMS. 10 útvaldar tekningar vunna gávukort upp á 200 krónur frá SMS.

50 tær bestu jólatekningarnar vera valdar út og hongdar upp í SMS, her øll hava møguleika at vera við at velja ársins jólaposa í tíðarskeiðnum frá 12. til 17. september. Tekningin, ið hevur fingið flest atkvøður, verður ársins jólaposi 2022.

Tekningin skal gerast á serliga tekni-blaðið, ið kann heintast á Marknaðar-deildini, og skal vera latin SMS í seinasta lagi týsdagin 6. september 2022 klokkan 12:00.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.