Parkering í SMS
P/F SMS og Tjaldurs Apotek hava gjørt avtalu um, hvussu parkeringsviðurskiftini hjá báðum pørtunum skulu skipast.
Alt økið kring SMS og Apotekið er skipað sum ein 2-tíma sona, har almennu parkeringsvørðarnir hava eftirlit við, at skipanin verður yvirhildin. Høvuðsreglan er, at bilar, sum standa longur enn ásettu 2 tímarnar og/ella ikki hava stillað p-skivuna, fáa almenna bót eftir reglunum, sum eru galdandi í Tórshavnar kommunu. Skipanin er eisini galdandi í parkeringskjallaranum.
Kavarudding
Ruddað verður fyri kava eftir tørvi. SMS hevur egna kavaruddingarmaskinu.
Parkering fyri rørslutarnað
Parkeringspláss er fyri rørslutarnað í parkeringskjallaranum, vestanfyri SMS (við Apotekið) og norðanfyri SMS.
Starvsfólkaparkering
SMS loyvir einum ávísum tali av bilum hjá leigarum og starvsfólki at parkera innan fyri sonuna. Høvuðsreglan er, at bert ein bilur fyri hvørt leigumál fær loyvi at parkera í 2-tíma sonuni. Útleigarar kunnu geva undantaksloyvi. Fyri at hava eitt galdandi parkeringsloyvi, skal bilurin, talan er um, skrásetast hjá SMS og fáa eitt serligt frámerki, sum skal klistrast á framrútin høgrumegin innan. Tað er ikki loyvt at flyta frámerkið frá einum bili til ein annan. Verður bilurin skiftur út við ein annan, er neyðugt at fáa nýtt frámerki.