Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Nýggj parkeringsskipan

Nú er nýggj parkeringsskipan komin upp í p-kjallaranum í SMS. Tað vil siga, at tú nú sært, áðrenn tú koyrir oman í parkeringskjallaran, hvussu nógv parkeringspláss eru tøk í parkeringskjallaranum. Soleiðis sleppur tú undan at koyra oman í kjallaran uttan orsøk.

Tá tú ert komin oman í parkeringskjallaran, sært tú eitt grønt ljós lýsa yvir parkeringsplássunum, sum eru tøk og eitt reytt ljós, har tey eru tikin. Hetta ger, at tú lætt finnur tey tøku parkeringsplássini og ikki nýtist at koyra runt og leita eftir parkeringsplássi.

Parkeringskjallarin bleiv umvældur í septembur í fjør og fingu viðskiftafólkini ein snotuligan og ljósan parkeringskjallara. Eitt nú er gólvið serligt gólv, sum bæði er vatntætt og slitsterkt, tó tolir hetta ikki píkar, tískil kunnu tey, sum koyra við píkadekkum, ikki nýta parkeringskjallaran í vetrarhálvuni.

Vit vóna, at tú fært gleði av nýggju parkeringsskipanini.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.