Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Lærlingur til slaktaran í Miklagarði

Hevur tú ein spírandi áhuga fyri kjøti og ymiskum útskeringum? So hevur tú her møguleikan at nema tær eina fakliga útbúgving á Føroya størsta slaktaríi. Á útbúgvingini lærir tú um slakt og útskering av ymiskum kríatúrum. Tú lærir, hvussu kjøt verður skorið út, viðgjørt og góðskutryggjað, so tað hóskar til teir ymisku marknaðirnar.

Hjá slaktaranum í Miklagarði er altíð úr at gera. Vit framleiða kjøt til Miklagarð, Mylnurnar og Bónus-handlarnar kring alt landið. Starvsfólkini eru von at arbeiða við nógvari ferð, uttan at slaka um góðskuna, sum altíð er sett í hásæti á slaktarínum.

Vit leita eftir tær, ið hevur áhuga fyri matgerð og teimum ymisku útskeringunum. Tær, ið dugir at arbeiða við nógvari ferð, ert fyrireikað/-ur til at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, gongur høgt upp í reinføri og ert til reiðar at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum.

Útbúgvingin tekur upp í 4 ár alt eftir hvørja útbúgving, tú hevur frammanundan. Sum slaktaralærlingur í Miklagarði verður tú knýtt/-ur at ZBC-skúlanum í Roskilde. Tú skalt sostatt til Danmarkar í skúla í 21 vikur í lærutíðini og fært hetta uppihaldið goldið.

Eru spurningar um starvið ella lærutíðina, ert tú vælkomin at venda tær til Sáru J. Petersen á tlf. 265176 ella á sara@sms.fo.


Freistin at søkja læruplássið er 6. septembur. Trýst her fyri at søkja.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.