Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

SMS letur upp aftur

Týsdagin 14. apríl letur SMS upp aftur sum vanligt.

Herfyri valdi SMS at fylgja tilmælunum hjá myndugleikunum og steingja SMS. Nú myndugleikarnir spakuliga lata upp fyri, at samfelagshjólini skulu í gongd aftur, letur SMS upp aftur. Í hesum sambandi hevur SMS gjørt klárt til at lata upp aftur við fyriliti fyri serligu støðuna í samfelagnum.

– Vit hava koyrt frámerki á gólvini inni í øllum húsinum, ið heita fólk á at halda frástøðu. Vit hava merkt beinkirnar, sett spritt upp í øllum húsinum og minna fólk á at hava gott handreinføri, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri. Tað vera heldur ikki tiltøk á Torginum fyribils.

– Tað er sjálvandi sera umráðandi, at øll fylgja tilmælunum og halda frástøðu, so vit øll kunnu kenna okkum trygg, tá vit fara til handils, bæði viðskiftafólk og starvsfólk, sigur Durita.

Hóast húsið hevur verið stongt seinastu vikurnar, hava handlarnir verið virknir, og fólk hava havt møguleika at bíleggja vøru og fáa hana senda heim. Hetta hevur tó verið avmarkað samanborið við, tá húsið var opið, og tí fegnast handilsleiðararnir um, at tað nú letur upp aftur.

Upplatingartíðir handlar:
Mán-hós: kl. 10.00-18.00
Frí: kl. 10.00-19.00
Leyg: kl. 10.00-18.00
Sun: stongt

Miklagarður:
Mán-hós: kl. 9.00-18.00
Frí: kl. 9.00-19.00
Leyg: kl. 9.00-18.00
Sun: stongt

Matarstøð:
Hornið
Mán-hós: kl. 9.00-18.30
Frí: kl. 9.00-19.30
Leyg: kl. 9.00-18.30

Sunset og Burger King:
Mán-frí: kl. 10.30-21.00
Sun: kl. 14.00-21.00

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.