Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Yggdrasil Jr. í SMS

Í sambandi við Vetrarjazz 2020 verða tvær jazzkonsertir á Torginum í SMS hesa vikuna.

Fyrra konsertin verður hósdagin 30. januar kl. 16 við bólkinum Yggdrasil Jr. Bólkurin er samansettur av kvinnuligum og mannligum tónleikarum, ungum sum royndum. 

Tónleikararnir í Yggdrasil Jr. eru: Kamilla Ravnsfjall, floytu, Katrina Olsen, sang, saksofon, Heðin Ziska Davidsen, gittar, Kristian Blak, klaver, Sigrið Hansen, bass og Vár Miðberg, trummur.

Yggdrasil er lívsins træ í Norønnu guðalæruni. Tað er altíð fruktbart og grønt omaná, og røturnar røkka um allan heim. Eitt hóskandi navn til ein bólk, sum hevur ferðast um allan heim og í fleiri áratíggju hevur verið við til at nøra føroyska jazzlívið.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.