Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Hans Mortensen farin

Eftir drúgva sjúkralegu andaðist Hans Mortensen í dag, 11. september 2019. Hann var 76 ára gamal.

Hans Mortensen var stovnari og upphavsmaður til SMS, sum lat upp 2. november í 1977. Sum sonur Niels Gustav Mortensen og Ebbu Mortensen, varð hann føddur inn í vinnulívsfamilju við drúgvum royndum innan handilsvirksemi.

Hann hevði sjálvur stórar dreymar um at menna føroyskt vinnulív, og miðskeiðis í 1970 árunum tók hann fyrstu stigini til at broyta siðbundnu keypsmentanina í Tórshavn við stigtakanini til sølumiðstøðina SMS. Við SMS fekk føroyingurin fyri fyrstu ferð møguleikan at orna flest øll síni ørindi á einum stað, og hevur SMS við tíðini spælt ein stóran leiklut fyri vitjandi, feløg og felagsskapir.

Hans var stjóri fyri SMS frá 1976-1996, tá sonurin Niels tók yvir. Hann var tó høvuðspartaeigari fram til 2007, tá hann seldi síni partabrøv til sonin.

Hans Mortensen hevur somuleiðis verið virkin innan føroyskan hondbólt. Sum 18 ára gamal gjørdist hann formaður fyri Neistan, og seinni gjørdist hann landsliðsvenjari fyri føroyska manslandsliðið í hondbólti.

Í 2015 varð Hans Mortensen heiðraður við Móðurmálsvirðislønini fyri at hava ment føroyska málið við serligum atliti til menning av føroyskum vinnulívsmáli.

Í 1964 giftist hann Birgit Sivertsen, og saman fingu tey børnini Elisabeth og Niels. Eisini hevði Hans átta abbabørn og seks langabbabørn.

Hans gjørdist einkjumaður í 2001 og giftist upp aftur við Marjun á Plógv í 2007.

Hans sovnaði stillisliga inn við familjuni rundanum seg.

Friður veri við minninum um íverksetaran og vinnulívsmannin Hans Mortensen.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.