Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Ólavsøkan byrjar í SMS

Aftur í ár skipar SMS fyri stórum ólavsøkutiltøkum. 
Ólavsøkan byrjar í ár í SMS við m.a. tónleiki, skattaveiðu, ísi, andlistmáling og ballónum. Durita og Anna Maria, sum millum annað hava undirhildið á G! festivalinum, koma at undirhalda børnini og barnsligar sálir við skattaveiðu og stoppdans, og til tey eldru kemur Jens Marni at undirhalda  við góðum tónleiki. SMS skipar á hvørjum ári fyri ólavsøkutiltøkum, og tað hevur verið sera væl vitjað og væl dámt av bæði børnum og foreldrum. Umframt ólavsøkutiltøkini, kemur Dinoland eisini at verða opið. 

Ólavsøkuskráin 

26. juli 
16.00-16.30 Danny og Ingi framføra

16.30-17.00 Jens Marni við bólki framføra

27. juli 

10.00-14.00 Tekniborð við ólavsøku dinosaurum 

11.00-11.15 Stoppdansur við Duritu og Onnu Maria

11.00-14.00 SMS bjóðar ókeypis dinoís til børnini 

12.00-12.30 William Da Silva framførir

12.45-13.15 Dinoskattaveiða við Duritu og Onnu Mariu 

13.30-14.00 Dinokahoot 

SMS bjóðar ókeypis dinoballónir og sunkist 27. juli frá kl. 10-14. 

Vit í SMS ynskja øllum eina góða ólavsøku. 

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.