Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Summarblaðið er úti nú


Í dag verður SMS-blaðið borið út í hvørt hús í Føroyum. Tað er eisini gjørligt at lesa SMS blaðið her á heimasíðuni.

Summarblaðið ber brá at summari, festivalum og Ólavsøku. Eisini er samrøða við eigararnar av handlinum Alvaró, sum letur upp í SMS 13. juni. Vit gleða okkum!

Í blaðnum fært tú somuleiðis íblástur til summarmótan, festivalklæðini og góð ráð til festivalsminkuna. Eisini er vegleiðing til hvussu tú kanst røkja tínar leðurskógvar og gera skógvarnar klárar til Ólavsøkuna. Fá uppskrift uppá leskiliga summardessert við popkorni og til skúlatroyggjuna og mangt annað.

Tað er bara at fara í postkassan og lesa nýggja SMS blaðið, sum er á tremur við góðum lesnaði og íblástri.

Les eisini blaðið her: https://sms.fo/bl%C3%B8%C3%B0/smsbladid-mai/

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.