Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Ársins páskatiltak

LEGO-byggikappingar, páskabingo og stór páskaregg er nakað av tí, sum verður á skránni, tá ársins páskatiltak verður á Torginum í SMS 20. apríl.

Leygardagin 20. apríl kl.10 byrjar ársins páskatiltak í SMS.  Her verður mangt og hvat fyri bæði stór og smá. Dagurin byrjar við eini Duplo-byggikapping fyri tey smáu, og síðan verða tvær LEGO-byggikappingar til børn upp til 12 ár á skránni. Tað verður LEGO-entusiasturin, Helgi Toftegaard, sum eitt nú hevur bygt LEGO Glasir bygningin, sum verður dómari.  

Eisini verður stuttligt páskabingo, har tað verður gjørligt at vinna eitt stórt páskaregg við 6 kg av sjokulátu, LEGO-vinningar og mangt annað.

Seinnapartin verður Kahoot-spurnarkapping á Torginum. Øll sum taka Kahoot-appina niður á telefonina og fylgja vegleiðingini á Torginum, kunnu vera við í spurnarkappingini um ein lekran páskavinning.

Børnini fáa eisini okkurt gott at leska sær við, og LEGO-maðurin vitjar á Torginum.

Skráin fyri dagin er at síggja niðanfyri:

Kl. 10.00-10.45: Duplo-byggikapping (Børn upp til 5 ár)

Kl. 11.00-11.45: LEGO-byggikapping (Børn 6-8 ár)

Kl. 11.00-13.00: LEGO-maðurin vitjar á Torginum

Kl. 12.00-12.50: Páskabingo

Kl. 13.00-13.45: LEGO-byggikapping (Børn 9-12 ár)

Kl. 14.05-14-30: PáskaKahoot

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.