Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

SMS høvuðsstuðul hjá Barnaprix 2019

Barnaprix byrjar aftur í Føroyum eftir ein langan steðg og hesaferð er SMS høvuðsstuðul.

Tað er sera gleðiligt, at SMS er partur av hesi frálíku verkætlan, sum nýggja felagið Veia, við Angelu, Vár og Eir, stendur fyri.

Barnaprix fer at ferðast kring allar Føroyar, og byrjar 27. apríl í SALT á Suðuroy. Síðan verður Barnaprix í SMS 4. mai, 16. mai í Atlantis Bio í Klaksvík og 18. mai í Løkshøll í Runavík. Trý fara víðari til hvørt umfar og endaliga finalan verður so í SMS 25. mai. Vinnarin sleppur at syngja á G! festivalinum, Tórsfest og á Summarfestivalinum og vinnur gávukort frá SMS.

Til øll undanumførini er ymiskt undirhald á skránni, eitt nú sangarar, skemtarar og hip hop dansarar. Eisini koma fólk úr øðrum londum at syngja. Vertir eru Angela Petersen og Vár B. Jacobsen, sum báðar hava arbeitt við at gera undirhald til børn í nógv ár.

Roynd fólk innan føroyska tónleikaheimin verða dómarar.

Børnini kunnu tekna seg til kappingin á www.barnaprix.org og har kanst tú eisini lesa meira um kappingina.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.