Tíðindi
Endiliga er SMS-Vox aftur!
8.04.2025
Leygardagin, 12. apríl, byrjar fyrsta umfar av SMS Vox 2025!
Vit eru so sera fegin um, at vit aftur í ár kunnu skapa karmar fyri ótruliga dugnaliga, og ikki minst listarliga, ungdóminum, vit hava, og vit klára næsta ikki at bíða, til tey koma á pallin næstu vikuskiftinini.
Eva Maria Brynhildardóttir og Angela Fagranes koma sjálvandi aftur sum vertar í ár, og tær gleða seg ómetaliga nógv!
1.umfar er 12. apríl, kl. 15.00
2.umfar er 19. apríl, kl. 15.00
Finalan er 26. apríl, kl. 15.00
Ein kapping koyrir á okkara Facebook vanga –> Facebook
Vit gleða okkum so ótruliga nógv at síggja tykkum øll til eitt BRAK av eini tónleikaveitslu!
