Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Landsliðið á Torginum í SMS

Leygardagin 12. oktober frá klokkan 10 verður skipað fyri ymiskum fótbóltsspølum á Torginum í SMS, og frá klokkan 15 til 16 koma landsliðsspælararnir at skriva autografar.


Borðfótbóltur, “Subsoccer”, kappingar, góðir vinningar, laksur frá Bakkafrost, ókeypis plakat av landsliðnum og søla av landsliðsklæðum er nakað av tí, ið verður á Torginum í SMS leygardagin 12. oktober.

Tiltakið byrjar longu klokkan 10, tá møguleiki verður at royna ymisk fótbóltsspøl, og frá klokkan 12 til 14 verður skipað fyri kappingum í borðfótbólti og í “Subsoccer”.

At vinna vera signeraðar landsliðstroyggjur, og tað er ikki neyðugt at boða frá luttøku framman undan. Tilmelding fer nevniliga fram á staðnum, og øll eru vælkomin at luttaka.

Harafturat fer Sushi Daily at borðreiða við ókeypis laksi frá Bakkafrost, og frá klokkan 15 til 16 koma landsliðsspælararnir at skriva autografar.

Á Torginum hendan dagin verður eisini møguligt at keypa ymisk landsliðsklæðir, umframt at møguleiki verður at ogna sær eina ókeypis plakat av landsliðshópinum.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.