Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
14.00 - 21.00
Onki úrslit at finna.
Search by

Jólaposakappingin 2024

Nú fáa børn í Føroyum møguleika at koma við sínum uppskoti um, hvussu jólaposin hjá SMS skal síggja út í ár.

Eins og undanfarnu árini skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. Men sum nakað nýtt fara vit at hava tveir jólaposar. SMS heitir tí á øll børn um at koma inn á Marknaðardeildina í SMS eftir einum teknipappíri.
Umframt at fáa sína tekning á jólaposan hjá SMS, fær vinnarin eisini eitt gávukort upp á 2.000 kr. frá SMS. Tíggju útvaldar tekningar vinna gávukort upp á 200 kr. frá SMS.

Ert tú frá einum stovni ella skúla og skalt heinta fleiri teknipappír, er best, um tú bíleggur teknipappír, áðrenn tú heintar. Skriva okkum eini boð á Facebook ella ring á tel. 341910.

Treytir
Besta jólatekningin verður prentað á serliga jólaposan hjá SMS 2024. Børn upp í 13 ár kunnu vera við í kappingini. Vinnararnir fáa beinleiðis boð frá okkum. Tekningin SKAL gerast á serliga tekniblaðið, sum kann heintast á Marknaðardeildini, og skal vera latin SMS í seinasta lagi mánadagin 9. septembur 2024 kl. 12.00. Tekningar kunnu latast inn við koyra tær í postkassan uttanfyri Marknaðardeildina á ovastu hædd í SMS, ella við at senda tær við brævi til:
SMS, Postboks 1059, 110 Tórshavn. Viðmerk ”Jólaposin”.

Tekningarnar verða sýndar fram í SMS, tá vinnarin verður kunngjørdur mánadagin 11. novembur.

SMS skilar sær rætt til at brúka tær innkomnu tekningarnar í marknaðarføring síni og til tiltøk annars.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.