Tíðindi
Boksing í SMS
8.05.2024
Stórt boksitiltak verður í SMS leygardagin 11. mai frá kl. 10 til 16.
Boksifelagið, Tórshavn Boksing, skipar fyri tiltaki á Torginum leygardagin.
Skipað verður fyri sýningardystum í einum boksiringi. Dystirnir eru millum íðkarar úr feløgum í Føroyum. Fýra-fimm dystir vera henda dagin. Kom í SMS og heilsa upp á dreingirnar!
Høvi verður at práta við teir um m.a. royndir teirra í altjóða boksikappingum, sum teir eru við í.
Eisini verður stórt tombola á skránni, og til ber at keypa t-shirts við búmerkinum hjá Tórshavn Boksing.
Síggjast í SMS!