Handlar
Stongt
Miklagarður
Stongt
Matstøð
Stongt
Onki úrslit at finna.
Search by

Fjølmentanarvika í SMS

Framsýning:

Vit eru so heppin at hava starvsfólk úr øllum heimsins heraðshornum at starvast í SMS!

Á Torginum hesa vikuna verður framsýning um londini hjá hesum fólkum.

Mánadagin 28. oktobur klokkan 16 kanst tú koma í SMS at læra teg at gera Origami við Akiko Waagstein.

Týsmorgunin 29. oktobur klokkan 10 kemur Yann at læra tykkum at dansa afrikanskan dans.

Aftur í ár hava vit tikið tekniborðini fram! So kom og tekna fløgg!

Sum partur av Fjølmentanarvikuni hevur Krásadeildin í Miklagarði eina spennandi matskrá, so kom og royn okkurt nýtt!

Matarskrá frá Krásadeildini:

Mánadag:       Spanskt Albondigas við pasta og salati

Týsdag:         Thai reyður karryrættur við høsnarunga og rísi

Mikudag:       Enskur fiskur og kips við tatarsós og ertramosi

Hósdag:         Marokanskur tagine høsnarungi við rísi

Fríggjadag:   Týsk Sauerbraten við eplum og sós

Vit síggjast til fjølmentarnarviku í SMS!

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.