Kanna tína saldo her

Júst tað, tú ynskti tær

November 2008 lanseraðu vit eitt elektroniskt gávukort, sum kann nýtast í øllum handlunum í húsinum. Gávukortið er eitt plastikkkort, sum líkist vanligum gjaldskortum í stødd og tilfari. Hvørt gávukort kann hava eitt virði millum 50 til 3.000 krónur. Ynskist upphædd omanfyri 3.000 krónur verður upphæddin býtt yvir fleiri gávukort. Gávukortið verður latið í snøggari gávueskju.

Gávukortið fæst til keyps á Marknaðardeildin, sum heldur til á ovastu hæddini, við síðuna av Fonn Flog. Fyrispurningar um kortið kunnu sendast til sms@sms.fo.


Soleiðis virkar kortið

Tá ið keypt verður í einum av handlunum í SMS, og tú ynskir at rinda við gávukortinum, verður kortið drigið ígjøgnum FR-terminalin í viðkomandi handli á sama hátt, sum tá tú rindar við vanligum gjaldskorti. Keypsupphæddin verður drigin av kortinum beinanvegin. Tað ber til eina og hvørja tíð at kanna saldo og nýtslu á kortinum. Hetta verður gjørt umvegis heimasíðu okkara sms.fo. Vegleiðing er aftanfyri á gávukortinum.

Treytir
Gávukortið er galdandi í fimm ár frá útgávudegnum. Kortið má goymast væl, tí burturmist kort verða ikki endurgoldin. Kortið kann ikki býtast um við reiðan pening.

Tænastan verður latin í samstarvi við PBS.
 

 

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost