Heystfagnaður


11. oktober 2018

Heystfagnaður verður á Torginum í SMS 16.–20. oktober kl. 10-17, har dentur verður lagdur á samveru saman við familjuni við at vera virkin og minka um skíggjatíðina. Øll eru vælkomin.

Heystfagnaðurin í SMS í ár er í samastarvi við Savnsfagnaðin, og evnið er "Heimsmál”. Tað er ST sum vísa á 17 heimsmál, ið kunnu skapa ein betri heim, og SMS hevur valt at kunna um 12. málið: ”Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla”. 

Á Torginum hesar dagar verða ymiskir aktivitetir, ið kunna um ábyrgdarfulla nýtslu og minking av skíggjatíð. Aktivitetirnir eggja eisini fólki at vera kreativ og virkin. 

Seinnapartin hvønn dag verður ein kreativur verkstaður, har møguleiki verður at skapa eitt persónligt hvíldarstað til telefona, og eisini verður møguleiki at skapa ein sáttmála um skíggjanýtsluna í húsinum. 

Hvønn dag verður eisini ein krókur við ABC fyri sálarliga heilsu. Við spurninginum ”Hvat ger teg glaðan?” verður møguleiki at samskifta, tekna og spæla við ABC krabbagágguna.

Týsdagin 16. oktober og hósdagin 18. oktober framførur VEIA eitt brot úr leikinum "Luddi og Lundisa”. 
Seinnapartin fríggjadagin fer SMS í samstarvi við Fólkaheilsuráðnum at bjóða fólki at hitta og royna ymiskar frítíðarfelagsskapir í Føroyum. 

 

 

Heystfagnaður er í Norðurlandahúsinum mánadag – fríggjadag kl. 9-17
Savnsfagnaður er á Tjóðsavninum, Listasavninum og Sjósavninum mánadag – fríggjadag kl. 11-16

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost