Hesi kappast um FM fyri handverkslærlingar á Torginum í SMS


26. februar 2019

FM fyri handverkslærlingar verður á Torginum í SMS í døgunum 28. februar og 1. mars. Tað eru í alt 11 lærlingar, sum fara at kappast um at gerast føroyameistari innan sítt lærufak.

Kappast verður í tveir heilar dagar á Torginum í SMS. Kappingarnar byrja hósdagin longu áðrenn handlarnir hava latið upp. Síðani verður steðgur í, tá FM kappingin verður sett. Tað verður bogarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, sum setur FM fyri handverkslærlingar.

 

Síðani kappast teir 11 lærlingarnir víðari til handlarnir lata aftur kl 18. Tó verður hárfríðkanarkappingin nakað øðrvísi enn timbur og el. Innan hárfríðkan verður kappast í fleiri smærri uppgávum, har tann síðsta endar hósdagin kl 15.15. El- og timburlærlingarnir halda tó fram til kl 18.

 

Fríggjamorgun byrja kappingarnar aftur áðrenn handlarnir hava latið upp. Síðani verður kappast til kl 15, tá dømingin fer fram.
Steypahandanin verður kl 17.00. Tað verður nýsetta Landsstýriskvinnan í Skúlamálum, Hanna Jensen, sum handar vinnarunum steypini.

 

Sí alla skránna HER

 

Um FM fyri handverkslærlingar
Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri FM kapping fyri handverkslærlingar í Føroyum í SMS. Fyrsta FM kapping varð hildin á heysti í 2017.

Høvuðsendamálið við kappingini er at feira tað góða handverkið, umframt at varpa ljós á yrkisútbúgvingar. Hetta verður gjørt við at geva lærlingum eina góða uppliving, har tey samstundis kappast um at vísa sítt besta handverk fram.

Føroya Handverksmeistarafelag er høvuðsfyriskipari av FM fyri handverkslærlingar. Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdepilin og Tórshavnar Kommunu.

 

Hesir eru lærlingarnir, sum skulu kappast um FM í timbur, el og hárfríðkan:

 

Timbur:
Ingmar Dam, Búsetur
Markus Olsen, Articon
Hjarnar Gaard Hansen, JEP Smíð

 

El:
Teitur Johannesen, JT Electric
David Arnhold Hjelm, Pado
Rasmus Poulsen, LM Electric
Rói Zachariassen, LM Electric

 

Hárfríðkan:
Elisabet Dam Jacobsen, Salong Karin’sa
Petra Høgnadóttir Hansen, Adore
Jórunn á Gravarbø, Evoke

 

 

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost