Valentines dagurin byrjar í SMS


13. februar 2019

Hósdagin, 14. februar, er Valentines dagur,og hann byrjar sjálvandi í SMS

Hósdagin, 14. februar, er Valentines dagur, og tá verður gjørligt at heiðra, tann tú elskar, í SMS.

Torgið verður skrýtt í kærleikans navnið við hjørtum, kærleikstónum, lómum o.ø..

Longu kl.10 verður Fípan klár á Torginum við blómum og gávueskjum, og kl.15 verður gjørligt hjá pørum at koma framvið og lata seg avmynda við polaroid kamera og skemtiligum lutum, og soleiðis vera við í lutakastinum um eina luksus nátt á Hotel Havgrím ella um eina Dreymagávu, sum er ein biograftúrur fyri tvey. Kappingin verður so leingi, sum myndir eru eftir í kameranum.
Seinni fara tvey tey bestu innan tónleikaheimin í Føroyum at framføra kærleikstónar á Torginum. Høgni Lisberg framførir kl. 17 og Lea Kampmann fer á pall kl. 17.30.

 

Afturat stóra Valentines tiltakið á Torginum í SMS, fara fleiri handlar at hava ymisk góð Valentines tilboð.

 

Valentines dagurin í SMS endar kl. 18.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost