Høvuðskokkur til Miklagarð


26. oktober 2018

Miklagarður skal endurnýggjast og tí leita vit eftir einum høvuðskokki at menna og skipa gastronomiina í Føroya størsta og fremsta gourmethandli.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR:
M.a. at menna nýggjar rættir og matloysnir. At tryggja at okkara konsept, støðufesti og mannagongdir standa við. Vera við í tí dagligu framleiðsluni og kundatænastuni.
Leiða og hugsavna okkara starvsfólk og somuleiðis fylgja við gongdini á
matvørumarknaðinum.
 
GOTT HANDVERK OG FAGLIGUR STOLTLEIKI:
Tú skalt vera útlærdur kokkur ella tílíkt – helst við drúgvum royndum. Vit vænta, at tú tekur ábyrgd, dygdartilvitin og krevur alt av reinføri.
Tú vilt tæna øllum okkara kundum, veita teimum góða leiðbeining og skapa nýggjar og kveikjandi upplivingar.
Tú arbeiðir virkin og ert góðskutilvitandi í gerandismeldrinum.
 
Tú kanst byrja 2. januar, so tú kanst vera við at innrætta og leggja til rættis.
 
SEND UMSÓKNINA Í SEINASTA LAGI 15. NOVEMBER TIL JORGEN@SMS.FO

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost