Skrivstovufólk til SMS


1. august 2018

Skrivstovan í SMS sóknast eftir royndum skrivstovufólki til vanligar bókhaldsuppgávur.

Á SMS skrivstovuni starvast 7 fólk.

Uppgávurnar á SMS Skrivstovuni eru at taka sær av umsitingini hjá P/F SMS samtakinum.  

SMS samtakið fevnir um 2 handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnan og Miklagarð og nøkur onnur minni dótturfeløg.

Vit hava eitt gott skrivstovutoymi, vit hava nógv at gera, umframt spennandi avbjóðingar í gerandisdegnum.

Starvið skal setast skjótast tilber.

Starvið verður lønt sambart avtalu.

 

Nærri fæst at vita um starvið frá Susanne Nielsen teldupost susanne@sms.fo ella Mary Husgaard teldupost mary@sms.fo. Eisini ber til at ringa á telefon 341900 og spyrja eftir Susanne ella Mary.

 

Umsókn við prógvum, (royndum) livsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Teldupost susanne@sms.fo ella

P/F SMS, Postboks 1059, 110  Tórshavn

Umsóknarfreistin er 30. august 2018.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost