Hetta er Parkinson


10. august 2018

Myndaframsýning hjá Anders M. Leines, har ljós verður varpað á fólk, ið hava Parkinson.

Í døgunum 22. august til 25. august verður Torgið í SMS karmur um eina myndaframsýning hjá norska fotografinum, Anders M. Leines, sum hevur ferðast kring Norra og USA og tikið myndir av fólkið, ið hava Parkinson. Endamálið við framsýningini er at geva fólki eina nýggja hugmynd av Parkinson. Parkinsonfelagið í Føroyum skipar fyri framsýningini. 

 

Upprunin til myndaframsýningina: Anders M. Leines fekk staðfest Parkinson, sum ungur. Hann kundi als ikki sameina seg við myndirnar, sum brúktar vóru, tá tosað varð um fólk við Parkinson. Myndin, sum  oftast var brúkt, var frá 1886 av einum gomlum sjúkum manni. Hann setti sær fyri at geva eina rættari fatan av fólki við Parkinson - at tey eru líka ymisk sum øll onnur, eru sárbar, hava dreymar, eru virkin og taka lut. Og fór hann tí at taka myndir av yngri fólkum við Parkinson.

 

Skráin 22.august kl.15.

- Durid sigur vælkomin.

- Anders Leines flytir fram røðu. 

- Eyðgunn Samuelsen setur framsýningina.

- Silja Johannesen og Filip Zachariassen framføra tónleik. 

- Vit bjóða kaffe, te, smákøku og sunkist.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost