Starvsfólk til Marknaðardeildina


12. juli 2018

Kundi tú hugsað tær at samskipa ymisk tiltøk saman við kreativa toyminum í SMS ?

Søkt verður eftir samskipara/skrivstovufólki til Marknaðardeildini í SMS, har ongin dagur er líka.Tú verður partur av einum kreativum toymi, her arbeiðið m.a fevnir um hugskotsmenning, samskipan av tiltøkum og lýsingum, umframt eina rúgvu av øðrum uppgávum.

Fyrimunur er at duga væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu, at duga væl á sosialu miðlunum og hava eitt gott visuelt eyga. 

Løn sambært avtalu. 

Vit vænta, at tú er fyrikomandi, ágrýtin, kann arbeiða sjálvstøðugt, kann hugsa kreativt í alskyns avbjóðingum. Viðkomandi útbúgving og royndir er ein fyrimunur. Ert tú undir útbúgving, ert tú eisini vælkomin at søkja. 

Starvið verður sett, tá rættur persónur søkir. Tó er seinasta freist at søkja mikudagin 1.august 2018.

Sendið umsóknina til Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóra, rwd@sms.fo  Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja á tel. 596061. 

-----------------------------

SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum. SMS rekur sølumiðstøðirnar SMS, Miðlon og Burn Fitness umframt handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð.

Í SMS P/F starvast umleið 400 fólk.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost