Ert tú tann nýggi Picasso?


4. mars 2018

Áhugaverd kapping í málningalist verður á Torginum í SMS leygardagin 10.mars. Avmarkað pláss. Les meir um tilmelding her.

Kunning og mannagongd:
- Melda til við at senda eini privat boð til "SMS á netinum" á Facebook og viðheft eina mynd av onkrum, sum tú hevur málað fyrr.
- 15 luttakarar vera valdir út, og fáa boð í seinasta lagið fríggjadagin 9.mars.
- Luttakarnir skulu møta upp á Torginum kl.14.
- Øll útgerð verður útleverað í SMS – lørit, penslar, máling osfr.
- Luttakarnir fáa eitt ávíst evni, og hava síðan 4 tímar at gera ein málning.  
- Ein listavegleiðari verður á staðnum.
- Vinnarin verður kunngjørdir leygardagin 17.mars kl.14.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost