Team Rynkeby á Torginum


7. februar 2018

Team Rynkeby Føroyar er aftur í ár við í stóru norðurlendsku peninga-innsavningini til frama fyri børnum við lívshættisligari lunga- og hjártasjúku, umframt børnum við krabbameini.

Í hesum sambandi verður skipað fyri serligum tiltaki á Torginum í SMS leygardagin 10. februar, kl 11-14. Luttakarar frá Team Rynkeby verða á staðnum at greiða nærri frá um virksemið hjá Team Rynkeby. Umframt hetta fara súkklarnir at kappast á serligu Rynkeby-súkklunum á Torginum.

Umboð frá Fróðskaparsetri Føroya og Hjartabarninum hava stutta framløgu og Bjarki Hansen fer at spæla nøkur løg. Umframt hetta vera tvey gávukort á kr. 1000,- burturlutað.

Skráin

11:00-11:10: Bjóða vælkomin

11:15-11.30: Kapping - 1. Súkklupar

11:45-12:00: Granskingarvegleiðarar frá Fróðskaparsetur Føroya greiða frá

12:00-12.15: Kapping - 2. Súkklupar

12:30-12:45: Tónleikur við Bjarka Hansen

12:45-13:00: Kapping - 3. Súkklupar

13.15-13:30: Umboð frá Hjartabarnium greiða frá

13:30-13.40: Kapping - 4. Súkklupar

14:00: Tiltakið endar.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost