Nýtt SMS blað


23. oktober 2017

Vælkomin í føðingardag hjá SMS. SMS fyllur 40 ár og er í knasandi góðum formi. Tað er vert at hátíðarhalda!

Vit eru í føðingardagshýri við nóg mikið av konfetti, glitri og ballónum. Og sum við øllum rundum føðingardøgum hava vit gjørt serliga nógv burtur úr hesum blaðnum við fjálgum, litríkum og lívligum tilfari.

SMS stendur í sunnum vøkstri – ikki bara við atlitið at sínum nýggja runda aldri, men eisini sum savnandi handilsmiðdepil hjá øllum Føroyum. Vit gleða okkum at bjóða tykkum inn í fleiri nýggjar handlar, sum lata upp um mánaðarskiftið – hvørjir hesir eru, verður avdúkað inni í blaðnum.

Hesa ferð er eisini serligt greinatilfar við í blaðnum um søguna hjá SMS, sum síðani á heysti í 1977 hevur verið ein týðandi og kveikjandi partur av býarmyndini Tórshavn.

Fleiri spennandi tiltøk eru somuleiðis á skránni í føðingardagsvikuni fyri øll tey ungu og okkum (eitt pinkalítið sindur) eldri. Vit síggjast brosandi í SMS!

Blaðið kann lesast her, og verður borið út í hvørt heim 23.okt. 

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost