SMS 40 ár - Appilsinguli klassikarin er aftur.


18. juli 2017

Í sambandi við at SMS fyllir 40 ár er tann ikoniski appilsinguli beriposin endurprentaður.

Posin varð gjørdur í 1977, tá ið SMS læt upp. Ingvør Nolsøe teknaði posan í samstarvi við Hans Mortensen. Dentur varð lagdur á at geva SMS ein serstakan samleika. At brúka so sterkar litir í sjeytiárunum var óvanligt. Og at brúka viðlitað plast var eisini ein forkunnugur teknikkur. Posin varð brúktur í nógv ár og bleiv dagførdur so hvørt, sum SMS varð bygt, og fleiri handlar komu í húsið. Samleikin við tí sterka litinum sást eisini aftur í teimum mongu SMS-bløðunum, sum vórðu gjørd í húsinum.

Vit gleða okkum at fagna SMS við tí appilsinkula posanum á gøtuni aftur.

 

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost