Merkið Føroyar


10. mai 2017

Stórt ferðavinnutiltak á Torginum í SMS. Høvi verður at hitta eitt størt útboð av veitarum, umframt at uppliva føroysku náttúruna á ein serligan hátt.

Ætlar tú tær eisini út at ferðast í egnum landi í summar saman við vinfólki, familju, arbeiðsplássi ella kanska polterabend? 

Leygardagin 13.mai verður stórt ferðatiltak á Torginum í SMS. Her fært tú møguleikan at hitta fleiri ymsir veitarar úr føroysku ferðavinnuni, sum allir eru klárir at vísa tær eitt ella fleiri boð uppá eina heilt serliga útferð í Føroyum. 

 

Harumframt draga vit náttúruna inn í SMS, har vit millum annað geva tær møguleikan at taka eina sjálfi á Slættaratindi. Eisini bjóða vit ein heilt serligan 3D pall til myndatøku á Torginum. Tiltakið byrjar klokkan 10 og heldur á fram heilt til klokkan 18.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost