Jólabýurin tendrar í SMS


10. november 2016

Jólini byrja í SMS mánadagin 14.november.

Jólini byrja í SMS mánadagin 14.nov, kl. 16.30, tá stórsligni jólabýurin letur upp.

 

Stásiligi jólabýurin setur ein heilt serligan hugnaligan dám á Torgið í november og desember. SMS, jólamaðurin og vættrarnir gleða seg at koma í jólahýr við hesum 

nýggja jólabýi, sum hevur ein heilt serføroyskt eyðkenni.  

 

Á hvørjum ári verður nógv gjørt burturúr, og í ár er einki undantak. Fyrireikingarnir til forvitnisliga jólabýin byrjaðu longu í januar. Tað, sum serliga eyðkennir jólabýin, 

er, at hann hevur ein serføroyskan dám. Tú verður boðin inn í ein føroyskan jólaheim, har húsini hava flagtekju og vættrarnar eru í bundnum troyggjum við føroyskum 

mynstri. Á jólum er mangan kalt, og aftur í fleiri ár hava vættrar og jólamaður biðið um at fingið heitu tjukku føroysku troyggirnar at vera í.   

 

Ímun til undanfarin ár, verður jólabýurin í ár meira rúmligur - tað verður lættari at ganga runt, og børnini sleppa enn nærri fittu vættrunum. 

Jólabýurin er eisini sera væl egnaður til at taka egnar jólamyndir. Eisini verður ein stuttligur jólamaður, sum børnini kunnu fara inn í at taka mynd.  

 

Sum nakað nýtt, verður møguleiki at senda ókeypis jólakort úr SMS. Einasta treytin er, at tað verður lagt í postkassan í SMS, sum stendur undir trappuni. 

Postkortið kann bert sendast við móttakara í Føroyum og Danmark. Avmarkað nøgd av postkortum eru tøk hvønn dag.  

 

Stásiligi jólabýurin verður tendraður mánadagin, tann 14.november kl. 16.30.  

 

Kl. 15 er ein heilt serlig løta, tá tað verður avdúkað, hvør hevur vunnið teknikappingina, og sostatt prýður jólaposan og jólapostkortið hjá SMS í ár. 

 

SMS gleðir seg at vísa børnum og barnsligum sálum forkunnuga jólabýin. 

Síggjast í góðum jólahýri !

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost