Skrivstovufólk til SMS


3. november 2016

Skrivstovan í SMS sóknast eftir royndum skrivstovufólki.

Arbeiðsupgávan er  tollavgreiðsla og aðrar bókhaldsuppgávur.

Royndir við at tollavgreiða vørur er avgjørt ein fyrimunur.

Á  SMS Skrivstovuni starvast  í løtuni 13 fólk. Harav eru seks í bókhaldinum.

Uppgávurnar á SMS Skrivstovuni eru at taka sær av  umsitingini hjá P/F SMS samtakinum, eitt nú bókhaldi, tollavgreiðslu og løn.  SMS Samtakið fevnir um  tvær handilsmiðstøðir, handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð og nøkur onnur smærri  dótturfeløg.

Vit hava eitt gott skrivstovutoymi, vit hava nógv at gera, men eisini mangan spennandi avbjóðingar í gerandisdegnum.

Starvið er fulltíðarstarv og skal setast skjótast til ber.

Nærri fæst at vita um starvið frá Susanne Nielsen, teldupost susanne@sms.fo ella Mary Husgaard, teldupost mary@sms.fo ella telefon 341900 og spyr eftir Susanne ella Mary.

Umsókn við prógvum, yrkisleið, royndum og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Teldupost Susanne@sms.fo ella

P/F SMS, Postboks 1059, 110  Tórshavn

Umsóknarfreistin er týsdagin 15. novembur 2016.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost