Søgur úr jólabýunum


1. desember 2018

Hvønn sunnudag fram til jóla, fáa børn í Føroyum eina jólasøgu og eitt lag í kalendaragávu.

Hvønn sunnudag fram til jóla, fáa børn í Føroyum eina jólasøgu og eitt lag í kalendaragávu. Tað er Jólaálvafljóðið, sum er komi í jólabýin í SMS at fortelja jólasøgur fyri børnum í Føroyum, og at syngja siðbundnar, føroyskar vetrar- og jólasangir saman við børnunum. 

Vit vita øll, hvussu ótólin børnini kunnu vera, tá tey skulu bíða eftir jólunum, og nú kann adventskalendarin vera við til at stytta um stundir til jóla. Tað er somuleiðis altíð gleðiligt, tá børn í Føroyum fáa møguleikan at velja føroyskt tilfar at hyggja eftir, heldur enn útlendskt, og soleiðis kann adventskalendarin eisini vera við til at læra børnini siðbundin, føroysk barnaløg. 

Adventskalendarin verður at finna á sms.fo, á Facebook síðuni hjá SMS og á Rás 1.

Sí fyrsta partin her

Sí annan part her: 

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost