Føðingardagsvika í SMS


30. oktober 2018

Føroya stórsta handilsmiðstøð fyllir 41 ár fríggjadagin 2. november, og tað skal hátíðarhaldast við góðum tónleiki, undirhaldi og føðingardagtilboðum.

Føðingardagurin hjá SMS byrjar longu mikudagin 31. oktober við nógvum góðum føðingardagstilboðum, sum verða galdandi til og við leygardagin 3. november.

Guðrun Sólja Jacobsen skal syngja á Torginum mikudagin kl. 16.30, og hósdagin 1. novembur fer vágasoundið at ljóða í SMS, tá Vágaverk fer á pall á Torginum kl.16.30.

 

Kim Larsen heiðurskonsert - 2.november

Fríggjadagin verða bæði SMS og Kim Larsen hátíðarhildin við heiðuskonsertin fyri Kim Larsen sála. Konsertin byrjar á Torginum kl. 16, tá Finnur Koba, Lea Kampmann, Eyðun Nolsøe og Deiggj fara at framføra løg hjá Kim Larsen.

 

Barnatiltak leygardagin - 3. november.

Stórt barnatiltak verður allan leygardagin 3. november har børnini kunnu fáa andlitsmáling, síggja Ludda og Lundisu undirhalda og verða trøllabundin, tá Henning Nielsen, sum vit kenna frá ‘Danmark har talent’, fer at sýna fram síni gandakynstur. Eisini fáa børnini ókeypis bomm, sunkist, poppkorn og ballón allan dagin.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost