Margerita sóknast eftir varaleiðara


26. august 2018

Les starvslýsingina við at trýsta her.

Sum varaleiðari hevur tú ábyrgd av dagliga rakstrinum í handlinum saman við leiðaranum. 

Arbeiðstíðin er vanliga umleið 30 tímar, men meira, tá ið longri er opið, t.d. á jólum, og tá ið vit hava hugnakvøld, torgdagar, messur og útsølu.

Tín uppgáva er at syrgja fyri, at handilin sær penur og innbjóðandi út og at koma við kreativum hugskotum, soleiðis handilin verður livandi og spennandi. Umframt hetta skal dagliga arbeiðið í handlinum leggjast til rættis. Tað er eisini sera týdningarmikið at duga við starvsfólkum og kundarøkt.

Ein partur av arbeiðinum er m.a. eisini marknaðarføring á sosialum miðlum og í bløðum. 

Tú skalt vera fyrikomandi, røkin, álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt.

Hevur hetta tín áhuga, og tú kundi hugsa tær at vita meira um starvið, so send eini boð ella teldupost til aap@kallnet.foella ring 510750.

Umsóknir kunnu sendast til aap@kallnet.fo. Starvið verður sett skjótast til ber

Løn eftir avtalu.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost