P/F SMS keypt Mylnu-bygningin í Berjabrekku


26. juni 2018

Eftir at P/F SMS í mong hevur havt bakaríið Mylnuna í Berjabrekku í bygninginum, sum Per Poulsen í sínari tíð bygdi til bakarí, hevur P/F SMS nú keypt bygningin, sum skal høvuðsumvælast og nútímansgeras.

Eftir at P/F SMS í mong hevur havt bakaríið Mylnuna í Berjabrekku í bygninginum, sum Per Poulsen í sínari tíð bygdi til bakarí, hevur P/F SMS nú keypt bygningin, sum skal høvuðsumvælast og nútímansgerast.
Per Poulsen, sum í nógv ár hevði bakarívirksemi í Havn, hevur latið seinasta partin av sínum virksemi av hondum.
Hann seldi í dag bakarí-bygningin í Berjabrekku til P/F SMS, sum seinastu 15 árini hevur havt bakaríið Mylnuna í bygninginum.
Per Poulsen stovnaði Mylnuna í 1979. Hann bygdi bygningin í Berjabrekku til bakarí, og nakað eftir aldarskiftið seldi hann bakarívirksemið í Mylnuni til P/F SMS.
P/F SMS fer nú at høvuðsumvæla og nútímansgera bygningin, so at hann fer at líkjast nýggju Mylnunum í høvuðsstaðnum.
Á myndini frá vinstru: Sólrun Poulsen, Per Poulsen, bakari, Niels Mortensen, stjóri í P/F SMS, og Christian Andreasen, nevndarformaður í P/F SMS.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost