Blómudekoratør til Fípuna


15. apríl 2018

Hóvar tær blómur…allar ársins tíðir? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Fípan sóknast eftir einum kreativum, dugnaligum og ágrýtnum blómudekoratøri at byrja 1.juni.

Fípan er tann litríki og vælangandi blómuhandilin mitt í meldrinum í Miklagarði í SMS. Vit sóknast eftir einum kreativum, dugnaligum og ágrýtnum blómudekoratøri at byrja 1.juni.

Vit leggja dent á at tú hevur:

  • Útbúgving sum blómudekoratør ella hollar royndir sum blómudekoratør.
  • Góð samstarvsevni, og kann leiða eitt toymi av blómubindarum.
  • Yvirskot og raðfestir kundatænastu. 

Vit bjóða tær:

  • Eitt fjølbroytt, kreavtivt og stundum rokaligt arbeiðsumhvørvi.
  • Virknar og hjálpsamar starvsfelagar.
  • Eitt fakliga spennandi og avbjóðandi starv.

Spurningar og umsókn

Umsóknarfreistin er 23.apríl. Vil tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johnny Priess, handilsleiðara, á telefon 283011. Send umsóknina til johnny@sms.fo

 

SMS P/F er ein av landsins størstu handilsfyritøkum og rekur sølumiðstøðirnar SMS, Miðlon, Burn Fitness umframt handlarnar Bónus, Mylnuna og Miklagarð. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 400 fólk.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost