Jólahjálpin 2017


29. november 2017

Høvi verður at søkja um jólahjálp frá 4.desember til og við 10.desember á heimasíðuni hjá SMS. Umsóknarfreistin er farin.

Aftur í ár ber til at søkja um Jólahjálp frá SMS. Jólahjálpin er eitt afturvendandi átak, har til ber hjá fíggjarliga sperdum familjum at søkja um stuðul. Søkjast kann í tíðarskeiðnum 4.desember til og við 10.desember kl. 23.59. 

Umsóknarfreistin er farin. 

Viðgerðin fer fram í trúnaði og undir tagnarskyldu.  

Søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast fíggjarliga.   

Svar verða send út við postinum í seinasta lagi 15.desember. 

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost