Jólabýurin tendrar mánadagin 13.nov, kl 16.30


9. november 2017

SMS gleðir seg at vísa børnum og barnsligum sálum forkunnuga jólabýin. Síggjast í góðum jólahýri !

Jólini byrja av álvara í SMS mánadagin 13.nov, kl. 16.30, tá stórsligni jólabýurin letur upp.

 

Stásiligi jólabýurin setur ein heilt serligan hugnaligan dám á Torgið í november og desember. SMS, jólamaðurin og vættrarnir gleða seg at koma í jólahýr við hesum nýggja jólabýi, 
sum hevur heilt serføroyskt eyðkenni.  

 

Á hvørjum ári verður nógv gjørt burturúr, og í ár er einki undantak. Fyrireikingarnir til forvitnisliga jólabýin byrjaðu longu í januar. Tað, sum serliga eyðkennir jólabýin,
er, at hann hevur ein serføroyskan dám. Tú verður boðin inn í ein føroyskan jólaheim, har húsini hava flagtekju og vættrarnar eru í bundnum troyggjum við føroyskum 

mynstri.  

 

  

 

 

 

 

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost