Umbýtingartænasta fyri jólagávur


2. november 2017

Galdandi frá 1.november til 2.januar 2018.

Galdandi umbýtingarrættur í SMS

Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um, fáa áognarseðilella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:

 

1) at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í viðkomandi handli fyri ikki fleiri enn 12 døgum síðan (allir dagar íroknaðir), og

2) at vøran er í sama standi, sum tá ið hon varð keypt.

3) Umbýtingarrætturin er tó ikki galdandi fyri køli- og frystivørur.

 

Útsøluvørur og tilboðsvørur

Hevur tú keypt eina vøru á útsølu ella upp á tilboð, kann hon ikki býtast um, og goldin peningur verður ikki endurgoldin.

 

Serlig umbýtingartænasta fyri jólagávur

Henda tænasta er galdandi í øllum handlum í SMS frá 1. november til og við 2. januar. Í hesum tíðarskeiði verður eitt serligt jólamerki klistrað á príslepan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein áognarseðil fyri vøruna. Treytin er sjálvandi, at vøran er í lagi. Hesin rættur er galdandi til og við týsdegnum 2. januar 2018.

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost