Teknikapping: Jólaposin 2017


18. august 2017

Tekna nýggja jólaposan hjá SMS. Les meir her, um hvussu tú luttekur í stóru teknikappingini fyri børn.

Besta jólatekningin verður prentað á serliga jólaposan hjá SMS 2017.

Øll børn upp í 13 ár kunnu vera við í kappingini. Tekningin skal gerast á eitt serligt tekniblað, sum fæst á Marknaðardeildini í SMS. Tekningar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. september 2017 klokkan 12.00. Tekningar kunnu latast inn við koyra tær í postkassan uttanfyri Marknaðardeildina á 3.hædd ella við at senda tær við brævi til: SMS, Postboks 1059, 110 Tórshavn. Viðmerk brævbjálvan: ”Jólaposin 2017”.

Vinnarin fær eitt gávukort á kr 2000,- frá SMS. 10 útvaldar tekningar fáa eitt gávukort á kr. 200,-. Vinnararnir fáa beinleiðis boð frá okkum. Framsýning við øllum innkomnum tekningum verða sýndar fram í SMS, tá vinnarin verður kunngjørdur, mánadagin 13.november. 

SMS skilar sær rætt til at brúka tær innkomnu tekningarnar í marknaðarføring síni og tiltøkum annars. 

‹ Aftur

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost