Parkering í SMS

P/F SMS og Tjaldurs Apotek hava gjørt avtalu um, hvussu parkeringsviðurskiftini hjá báðum pørtunum skulu skipast.

Alt økið kring SMS og Apotekið verður skipað sum ein 2 tíma sona, har almennu parkeringsvørðarnir hava eftirlit við at skipanin verður yvirhildin. Høvuðsreglan er, at bilar sum standa longri enn ásettu 2 tímarnar og/ella ikki hava stilla p-skivuna, fáa almenna bót eftir reglunum sum eru galdandi í Tórshavnar kommunu. Skipanin er eisini galdandi í parkeringskjallaranum.

Kavarudding
Ruddað verður fyri kava eftir tørvi. SMS hevur egna kavaruddingarmaskinu.

Parkering fyri rørslutarnað
Parkeringspláss er fyri rørslutarnað í parkeringskjallaranum, vestanfyri SMS (við Apotekið) og norðanfyri SMS (við nýggju inngongdina).

Starvsfólkaparkering
SMS og Apotekið loyva ávísa mongd av bilum til leigarar og starvsfólk at parkera innan sonuna. Fyri SMS er høvuðsreglan, at bert ein bilur pr. leigumál fær loyvi at parkera inni á 2 tíma sonuni. Útleigarar kann geva undantaksloyvi. Fyri at hava eitt galdandi parkeringsloyvi, skal viðkomandi bilur verða skrásettur hjá SMS og fáa eitt serligt frámerki, sum skal klistrast innan høgrumegin á frammrútinum. Tað er ikki loyvt at flyta frámerkið frá einum bili til ein annan. Um bilurin verður skiftur út við annan, er neyðugt at fáa nýtt frámerki.
 

Tíðindabrævið frá SMS

Fá tíðindi um tiltøk, sertilboð og nýggjar vørur frá tínum yndishandlum í SMS

Fylg okkum

Facebook
Instagram
Teldupost